Annað

Springari á Kappanum

Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í føroyskum sjógvi, áðrenn hann byrjaði ferðina vestur móti Íslandi og víðari til Grønlands.

2023-11-27 14:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Eftir at hava verið eina tíð út fyri hellingini suður av Danmarkarstrætinum, ferðaðist hann suður eftir fram við landgrunninum, og suður í Irmingarhavið. Sendarin hevur nú virkað í 84 dagar.

Ein annar springari, ið Havstovan merkti í Fuglafirði 10. juni, og sum sendir enn, hevur mest sum alla tíðina hildið til í Føroyskum sjógvi. Hann hevur ferðast nakað suður og norð í Hetlandsrennuni, men hevur seinastu tíðina verið mest sunnarlaga í rennuni og á Bankarygginum. Eisini hevur hann gjørt okkurt rend inn á Munkagrunnin og vestur móti Føroyabanka. Hesin sendarin hevur nú virkað í 154 dagar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder