Annað

Spinndoktarin hjá Tjóðveldi verður tíðindaleiðari í Kringvarpinum

Í gjár bleiv greitt, at Katrin Petersen verður tíðindaleiðari í Kringvarpinum

2023-11-12 22:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kringvarpsstjórin - Ivan Hentze Niclasen - kundi í gjár vísa á, at Katrin Petersen verður tíðindaleiðari í Kringvarpinum. 

Á heimasíðuni hjá Løgtinginum sæst, at Katrin Petersen er floksskrivari (spinndoktari) hjá Tjóðveldinum, men tað sær hon ikki sum ein trupuleika. John Johannesen hevði eina longri samrøðu við Katrina Petersen í gjár. 

Katrin tekur við sum tíðindaleiðari eftir Georg L. Petersen, sum segði seg úr starvi. Georg starvast nú sum journalistur á tíðindadeildini í KVF, men er virkandi tíðindaleiðari, til Katrin tekur við. Katrin Petersen tekur við starvinum 1. januar.

Fimm umsóknir vóru til starvið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder