Mentan

Soulglottar í Listastovuni fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið 28. Februar kl. 20.30 verður seinasta konsertin í røðini Spæl Føroyskt í Listastovuni. Hesaferð verður tað við jazzbólkinum Soulglottar, sum fer at bjóða áskoðarunum eina serliga tónleikauppliving við føroyskum jazztónum.

2025-02-27 23:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Soulglottar varð stovnaður í 2018 av Daniu O. Tausen, Arnold Ludvig, Paula Reinert Poulsen og Rógva á Rógvu. Bólkurin varð settur á stovn við tí endamáli at royna nýggjar leiðir og hava tað stuttligt við tónleiki, sum teimum dámdi. Eftir nøkur ár í dvala eru tey nú aftur á palli, har tey tulka og spæla føroyskar jazz-standardar.

Sum navnið bendir á, er tónleikurin ein samanrenning av soul og sólglottum – eitt bland av kendum jazzstandardum, sum Dania O. Tausen hevur týtt til føroyskt, umframt egin og eldri føroysk løg.

Tónleikararnir í Soulglottum eru:
Dania O. Tausen – sang
Pauli Reinert Poulsen – gittar
Arnold Ludvig – bass
Rógvi á Rógvu – trummur

Tað er sostatt eitt heilt serligt kvøld í væntu í Listastovuni, har jazzfjepparar kunnu uppliva nakrar av Føroya dugnaligastu jazzarum. Eisini kunnu tey, sum ikki halda seg dáma jazz, fáa eina uppliving av vælsvingandi tónleiki, har kendir útlendskir sangir eru týddir til føroyskt, og bæði kend og minni kend føroysk løg eru útsett til jazz.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder