2024-09-05 21:03
Susan Tavsen sett sum kvøldskúlaleiðari í Sørvágs kommunu. Hon er 58 ára gomul, og er útbúgvin sum handarbeiðslærari, umframt at hon hevur námsfrøðiligt prógv frá professionshøjskolen í Keypmannahavn.
Afturat hesum hevur hon fingið prógv sum MARTEMEO therapist.
Susan hevur drúgvar royndir sum kvøldskúlaundirvísari, bæði í Sørvági og á Giljanesi. Umframt hetta hevur hon royndir, sum bæði toymissamskipari á Pallinum, deildarleiðari í frítíðarskúlanum, og ábyrgd sum leiðari í Skáanum.
Afturat hesum hevur hon í eitt styttri tíðarskeið arbeitt sum námsfrøðingur í Sørvágs skúla.
Susan starvast sum leiðari á Pallinum í Sørvágs skúla.
Sørvágs kommuna ynskir Susan hjartaliga tillukku við starvinum og blíðan byr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald