2024-11-20 08:30

Borgarstjóri er framvegis Eyð Ellingsgaard sum hevði eitt gott val, og varaborgarstjóri er Jón Joensen, sum eisini hevði stóra framgongd í atkvøðum. Nývalda býgdarráðið samtykti einmælt at velja tey bæði.
Tær føstu nevndirnar eru ikki mannaðar enn, men hetta verður kunngjørt so skjótt tær eru valdar.
Tey, ið manna bygdaráðið í Sørvágs kommunu komandi setuna eru:
Av Borgaralista A:
Eyð Ellingsgaard
Jón Joensen
Helena Heðinsdóttir Guttesen
Tóki Joensen
Hans Kári Hansen
Elias Davidsen
Av Borgaralista B:
Hugin Skaalum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald