Mentan

Sørvágs kirkja 140 ár

Leygardagin, 24. oktobur, vóru 140 ár liðin, síðan Sørvágs kirkja varð vígd, og í sunnudagin varð 140 ára føðingardagurin hátíðarhildin við hátíðarguðstænastu..

2026-10-27 08:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv fólk vóru komin í kirkju henda serliga dagin. Við til guðstænastuna vóru Inga Poulsen Dam, prestur, Marjun í Kálvalíð, prestur, Ovi Brim, próstur, og David Johannesen, prestur.

Sørvágs kirkja hevur eina áhugaverda søgu. Kirkjan, sum stóð undan verandi kirkju, varð bygd í 1842 í siðbundnum føroyskum stíli. Hon var úr timbri, hevði flagtekju og torn. Náttina millum 7. og 8. januar í 1886 fór kirkjan illa í einum herviligum ódnarveðri og mátti takast niður.

Men sørvingar vóru skjótir í vendingini, og longu sama ár varð nýggj kirkja reist á sama stað. Tað er henda kirkjan, sum nú hevur staðið í bygdini í 140 ár.

Fleiri søguligir gripir eru varðveittir í kirkjuni. Trædoypifunturin er frá 1882 og stóð sostatt eisini í gomlu kirkjuni. Altartalvan er ein eftirgerð av málninginum „Kristus vælsignar eitt lítið barn“, sum danski listamálarin Carl Bloch málaði í 1873.

Eftirgerðina í Sørvágs kirkju málaði danski listamaðurin Gustav Vilhelm Blom.
Tá kirkjan fylti 100 ár í 1986, fekk hon nýtt spír úr rustfríum stáli, sum varð gjørt í smiðjuni hjá Dánjal Tavsen.

Eftir hátíðarguðstænastuna í dag varð boðið til smyrjibreyð og køku í kirkjuhúsinum, har nógv fólk savnaðust til eina hugnaliga løtu.

Í 140 ár hevur Sørvágs kirkja verið ein týðandi partur av bygdini og karmur um bæði gleðiligar og álvarsamar løtur í lívinum hjá fleiri ættarliðum av sørvingum.
Sørvágs kommuna ynskir kirkjuni, kirkjuliðnum og øllum sørvingum hjartaliga tillukku við teimum 140 árunum
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder