Sóljugarður er ein stovnur við uml 80 børnum mitt í Sandavági. Vit hava 3 vøggustovur við 10 børnum í hvørjari, 3 barnagarðsstovur við 10-15 børnum og eina stovu til tey 6 ára gomlu børnini.
Í Sóljugarið starvast um 30 dugnalig og íðin fólk. Okkara staðseting er tætt við sandin, ánna, fótbóltsvøllin, viðarlundina og aðrar perlur í Sandavági.
Sóljugarður er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Sum námsfrøðingur í Sóljugarið ert tú, saman við tínum starvsfelagum, við til at syrgja fyri at námsfrøðiligu karmarnir eru góðir, og at gerandisdagurin hjá børnunum er innihaldsríkur, har fyrst og fremst spæl og nærvera, útilív og góður trivnaður er ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði. Tú sleppur at leggja gerandisdagin til rættis, og fyrireika og eftirmeta tað námsfrøðiliga arbeiði.
Arbeiðið samskipar tú saman við námsfrøðingi, hjálparfólkum og leiðaranum. Harumframt verður tú við til at menna, endurskoða, tillaga og seta tín dám á okkara virksemi.
Okkara styrki er at vit arbeiða væl saman, eru hjálpsom, undrandi og vit hava tað stuttligt saman.
Les meira um starvið og søk her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald