Vinna

Søguliga stórur íbúðarbygningur byggjast í Runavík

Sendingin Búskapur & Vinna setti mikukvøldið sjóneykuna á leigubústaðarmarknaðin, har hyggjarin fekk innlit í spildurnýggjar skitsutekningar av Føroya størsta einstaka íbúðarbygningi, ið eftir ætlan verður bygdur í Runavík.

Osbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur teknað nýggja íbúðarbygningin, ið skal byggjast í næstum.

Osbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur teknað nýggja íbúðarbygningin, ið skal byggjast í næstum.

2022-02-24 20:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Runavíkar Kommuna bjóðaði í fjør út 7 grundøkir á tilsamans 10.500 fermetrar við tí fyri eyga at fáa bygt íbúðir til leigu ella eigu. Rúni Bro Róin og Jóhannus Egholm Hansen tóku av møguleikanum og bjóðaðu seg at keypa øll sjey grundøkini. Ein av treytunum var, at keypararnir innan eitt hálvt ár skulu gera skitsutekningar av ætlanum teirra. Tær skitsutekningarnar eru lidnar nú og blivu á fyrsti sinni sýndar almenninginum í sendingini Búskapur & Vinna mikukvøldið.  

[object Object]

Johnny í Grótinum, vertur, í samrøðu við Jóhannus Egholm Hansen og Rúna Bro Róin, stigtakarunum til bústaðarætlanina í sendingini Búskapur & Vinna.

Kend nøvn handan byggiverkætlan

Rúni Bro Róin bleiv eitt kent navn í almenninginum, tá hann fyri 10 árum síðani sum ein av stovnarunum og partnarunum í Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) beyð seg fram at byggja og reka Eysturoyartunnilin. Síðani tá er CIP blivin heimsins nógv størsta fyritøka innan menning og fígging av grønari orkuframleiðslu, eitt nú við havvindmyllum. Rúni er framvegis partaeigari í CIP, men nú hevur hann m.a. saman við Jóhannusi Egholm Hansen, advokati, stovnað fyritøkuna St. Jørgen, sum fæst við burðardyggar íløgur í sólorku og fastogn. Jóhannus hevur drúgvar royndir sum professionellur nevndarlimur, eitt nú í Farpay, flogvøllunum í Føroyum og Grønlandi.

Osbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur teknað og sniðgivið bygningin. Osbjørn samstarvar við teknistovuna Henning Larsen og teknaði Harpuna í Reykjavík, umframt at hann eisini hevur teknað Biskupstorgið í Klaksvík og serstaka kommunuskrivstovubygningin í Eysturkommunu.

Stigtakararnir hava gjørt samstarvsavtalu við byggifyritøkuna Articon um at menna verkætlanina og standa fyri byggingini. Dávid Reinert Hansen er byggiharraráðgevi í verkætlanini. Eftir ætlan skulu fyrstu íbúðirnar vera klárar til innflyting síðst í 2024.

[object Object]

Ein nýggj bygd byggjast í Leitinum

Tað er í Leitinum í Runavíkar kommunu, at ætlanin er at byggja nýskapandi íbúðarbygningin við 150 leiguíbúðum í ymiskum støddum. Minstu búeindirnar vera 60 fermetrar netto, meðan størstu íbúðirnar vera 167 fermetrar í tveimum hæddum. Tilsamans er talan um áleið slakar 15.000 fermetrar av búareal í vakra arkitektteknaða bygninginum, ið er lagaður til lendi stutt omanfyri komandi miðbýarøkið í Runavík. Talið av búeindum svarar til eina lítla føroyska bygd aftrat.

Kostnaðarmetingin ljóðar upp á slaka hálva milliard krónur svarandi til góðar 30.000 krónur fyri fermeturin. Talan er um burðardygga bygging eftir ávísum altjóða forskriftum. Ætlanin er, at pensjónsgrunnar í Føroyum og uttanlands fíggja verkætlanina, tá bygningurin stendur liðugur.

- Tað var ein fortreyt fyri áhuga okkara, at vit kunnu byggja ein nóg stóran íbúðarbygning, tí annars verður tað ov tungt at fáa pensjónskassar at fíggja, greiddi Rúni Bro Róin frá í sendingini. Og her upplivdu vit eina progressiva kommunu í Runavíkar kommunu, sum eisini dugdi at síggja virði í hugskotinum.

Í sendingini greiddi Jóhannus Egholm Hansen eisini frá ætlan teirra um at gera ein parkeringstunnil inni í fjallinum aftanfyri stóra íbúðarbygningin. Tey gott 200 parkeringsplássini og bilarnir verða tá goymd burtur og órógva ikki vakra umhvørvið í økinum.

Fjølbroyttari bústaðarmarknaður á breddanum

Sendingin Búskapur & Vinna umrøddi eisini onnur nýbrot á bústaðarmarknaðinum. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, greiddi frá ætlanum um eitt lutaíbúðarfelag, ið hevur fingið tilsøgn um bankafígging. Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik, greiddi eitt nú frá, at tað nú er møguligt at fíggja vinnuliga leiguíbúðarbygningar við realkredittfígging. Harumframt greinaði Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka, støðuna á børsinum, har útlit eru til rentuhækkingar komandi tíðina.

Sendingin Búskapur & Vinna verður endursend sunnukvøldið klokkan 19:30 á Rás 1 í Televarpinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder