Vinna

Snarfrost yvirtekur Katrin Jóhannu

Í desembur í 2018 kom Katrin Jóhanna á Miðvág fyri fyrstu ferð.

2026-04-22 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er felagið Kinnfelli, sum fekk menningarkvotu til Katrin Jóhannu. Felagið Kinnfelli eiga tvey onnur feløg líka stóran part av. Talan er um Snarfrost, sum er Henriksen familjan í Sørvági og hitt felagið er Á Mølini, sum Hjarnar - og Árni Dalsgaard eiga í felag.

Í eina tíð hava ymiskar ósemjur verið í Kinnfelli, og tað hevur so við sær at felagið nú verður býtt í tvey.

Snarfrost keypir Katrin Jóhannu við 50% av kvotunum. Felagið Á Mølini tekur hini 50% av kvotunum í eitt nýtt felag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder