Vinna

Smærri privatir arbeiðsgevarar fáa rætt til lønarendurgjald

.

2026-01-20 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Broyting í sjúkradagpeningalógini gevur smærri privatum arbeiðsgevarum møguleika at fáa part av lønarútreiðslunum endurgoldnan, tá ið starvsmaður er sjúkur í meira enn fýra vikur

Frá 1. januar 2026 er ein nýggj broyting komin í gildi í sjúkradagpeningalógini.

Við broytingini fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at fáa endurgoldið ein part av lønarútreiðslunum, tá ið ein starvsmaður hevur verið sjúkur í meira enn fýra vikur. Arbeiðsgevarin rindar sjálvur fyri fyrstu fýra vikurnar.

Endurgjaldið fylgir somu reglum sum aðrar dagpeningaveitingar og kann verða upp til 80% av arbeiðaraløn sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Hvør kann fáa endurgjald?
Skipanin er ætlað smærri vinnurekandi. Tað vil siga fyritøkum, sum:

  • Hava samlaðar lønarútreiðslur upp til 4 mió. kr. sambært síðsta álíknaða inntøkuári
    • Hugtakið “samlaðar lønarútreiðslur” skal skiljast breitt og fevnir bæði um løn og lønargjøld so sum eftirløn, frítíðarløn, barsilsgjald, ALS-gjald, arbeiðsmarknaðareftirlønargjald, vinnusjúkugjald og tryggingargjald
    • Løn til stjórar og samsýning til nevnd skal eisini roknast við í samlaðu lønarútreiðslunum
  • Hava starvsfólk sett sambært starvsmannalógini
  • Eru privatir arbeiðsgevarar

Umsóknarblað, saman við kunning um treytir og krav til skjalprógv, er at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder