Hesin sami maður var merktur av ótta fyri framtíðini. Tí, sum hann málbar seg: “tað er næstan ikki dagur, har bæði leik og lærd liggja eftir arbeiðsplássinum hjá okkum!”
Bæði tey, ið beinleiðis liva av fiskivinnuni og tey, sum liva av avleidda virkseminum, føla seg í mongum førum ikki viðgjørd, men heldur niðurgjørd.
Grønsvørt lygn
Grundgevingarnar fyri at niðurleggja hendan flotan eru ymiskar, tað veri seg bæði etiskar, moralskar og grønar. Men tá ið kjakið á Salt um grøna orkuskiftið herfyri var borið á tungu, bar vanæruliga av!
Røddir í Javnaðarflokkurin hótta við at niðurleggja Barentshavsflotan, fyrst og fremst fyri at spara olju. Hevur nakar vita so skapt? – Grøna sjónarmiði stendur als ikki mát. Trolarin brúkar líka nógv olju at trola í Barentshavinum, sum at trola í Føroyum; helst meira olju í Føroyum, tí fiskiskapurin – tíanverri – avgjørt er lakari her heima. Hetta sjónarmiði er í royndini kolasvart í olju.
Hettar fer nokk at spjaða seg sum ringar í vatninum og skjótt verður enn ein skipabólkur tikin inn aftur at, kanska pelagiski flotin og síðani restin. So kunnu vit øll arbeiðsleys so nostalgisk rógva út á gomlu mið fedranna at fiska okkum til fekst við góðari samvitsku at vit hava bjarga heiminum.
Nýtt er grønt
Sjálvandi eiga vit í Føroyum at gera, tað vit eru ment, at fremja grøna orkuskiftið, men tað skal gerast við skilið. At leggja flotan og niðurlaga høvuðsvinnuna, til tess at gerast grønari, er burtur úr vón og viti. Heldur eiga vit at fara inn og stuðla uppundir, at flotin endurnýggjar seg. Tí nýggjari skipini eru, bæði grønari og effektivari gerast tey; og um ikki at tala, betri arbeiðsumstøður og liviumstøður fyri arbeiðstakaran.
Gev teimum arbeiðsfrið!
Í heilum og serliga uppundir val, verður grundarlagi undir okkara høvuðsvinnu viðgjørt og niðurgjørt. Um landið sita familjur við piprandi hjarta og lýða á, hvussu einstakir politikkarar hava í hyggju at skræða teppið undan teimum.
Mær kemur til hugs, orðini hjá Mikkjali á Ryggi úr sanginum “Lívligt er á bønum í dag”:
“Sig syrgir tú ikki tú særda urt, nei virðingin kemur tá lívið er burt.”
Eg lovaði hesum manni – og lovi øllum føroyingum – at eg fari at gera ALT fyri at verja alla fiskivinnuna og avleidda virksemi hennara. Tí uttan hesa vinnuna, var onki føroyskt vælferðarsamfelag. Vinnur vinnan, vinna vit øll!
Jóhan Eli Poulsen
Valevni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald