2025-03-24 08:47

Framsýning í dag
Framsýning er á skúlanum í dag frá kl. 10:00-18:00
Á framsýningini kunnu fólk vitja 5 ymisk rúm, ið umboða 5 ymiskar kenslur.
Skúlin hevði evnisviku í síðstu viku, har næmingar arbeiddu á verkstøðum. Samstundis hevur 8. flokkur gjørt 5 skúlastovur klárar at vísa fram í. Stovurnar eru inrættaðar, so at tær endurspegla kenslurnar.
Evnisvikan endar í dag við framsýning á skúlanum frá klokkan 10:00-18:00. Framsýningin er á ovaru hædd í nýggja bygninginum. 7. flokkur hevur kaffisølu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald