Politikkur

Manningarnar í Barentshavinum hava verið á vali

Vit hava í seinastuni hoyrt dag og dagliga frá nøkrum politiskum flokkum, at vit skulu stegða við øllum samhandli við Russland, teir halda eisini, at vit skulu steðga fiskivinnusamstarvinum við russar.

2022-11-16 19:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í løtuni eru fimm føroysk skip til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, og tær manningarnar vita í løtuni ikki um tær hava nakað arbeiði eftir ársskiftið.

Við teimum fimm skipunum eru umleið 240-250 mans knýttir at, og eru omanfyri 120 mans tí í Barentshavinum í løtuni. Manningarnar í Barentshavinum vilja gera sína ávirkan gjaldandi hvør verður valdur inn á Føroya Løgting.

Allar tær føroysku atkvøðurnar verða samlaðar umborð á Gadus. Í morgun blivu tær 24 atkvøðurnar hjá manningini á Akrabergi fluttar yvir á Gadus. 

Tey føroysku skipini í Barentshavinum eru: Gadus - Sjúrðarberg - Akraberg - Enniberg - Arctic Viking.

Fimm skip, sum higartil í ár hava landað fyri 513 mió. kr.  Somu fimm skip landaðu fyri 478 mió. kr. í 2021 og 481 mió. kr. í 2020.

Myndir: Tórik Ábraham Rouah


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder