Politikkur

Skattalætta sum skjótast

Sjálvt summir býráðslimir ynskja at nakað verður gjørt, men nevna ikki eitt orð um, at tað kunnu kommunurnar eisini gera.  Rætta løtan er nú, at kommunur og landsstýrið seta seg saman at gera ein felags skattalætta.

2022-07-26 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kommunuskatturin rakar harðast hjá teimum lágløntu. Um kommunur og landsstýrið settu seg saman, var møguligt at gera nakað munagott. Nevniliga ein skattalætta, sum gevur fólki á staðnum fígging til dýrkandi vørur og sum síðani ger, at tað loysir seg at arbeiða.

Við ovurhøga lands-, kommunuskattinum og so nógv hækkandi prísum, er lítið eftir av lønini til ein sjálvan. Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag fer mest sum øll arbeiðsinntøkan til lands-, kommunuskatt, MVG og avgjøld.

Í besta føri kann ein fáa sína egnu fríggjadagsinntøku. Um so onkur velur at arbeiða leygardag eisini, fæst einki av tí stríðnum.

Tað er ikki gott nokk. Arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi, men skattaskipanin biður fólk fara til hús.

Rætta løtan er nú, at kommunur og landsstýrið seta seg saman og gera ein felags skattalætta til okkara borgarar. So keypi orkan hjá fólki verður varðveitt.


Tað ber til. Í fjørð var yvirskot á 160 mió. kr. hjá landskassanum og kommunurnar høvdu eisini góð úrslit.

Jørgen Niclasen, tingmaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder