Komandi borgarstjórin í Tòrshavnar kommunu, Elsa Berg, hevur longu í trimum innsløgum í Kringvarpi Føroya úttala seg soleiðis, at ongin ivi longur kann verða í, at komandi borgarstjórin ikki ynskir at verja Tórshavnar Havn og harvið áhugamálini hjá Tórshavnar Kommunu.
Tað er ongin loyna at Elsa Berg og Tjóðveldi eru fyri at byggja eitt Tjóðleikhús á havnaøkinum. Hetta hevur Tjóðveldi víst við at stuðla staðsetingini av Tjóðleikhúsinum á havnaøkinum. Leiðslan í Tórshavnar Havn hevur beinleiðis ávarað ímóti hesi staðseting á havnalagnum, sum sagt verður fer at skaða framtíðar inntøkumøguleikarnar hjá Tórshavnar Havn.
Komandi borgarstjórin hevur í KVF eisini beinleiðis sagt, at hon ikki er fyri at loyva útlendskum ferðamannaskipunum at halda á fram at leggja at í Havnini sum higartil. Tað merkir tískil, at hon heldur ynskir at virkað fyri, at minka um inntøkurnar til Tórshvnar Havn.
Síðst men ikki minst hevur komandi borgarstjórin, Elsa Berg í Degi & Viku mánakvøldið, beinleiðis sagt, at hon, ístaðin fyri at byggja havnalagið út næstu árini, heldur ynskir at samstarva við aðrar havnir, so sum Runavík. Hetta vil alt annað líkað merkja, at vørur sum í framtíðini ikki fara um kaikantin í Tórshavnar Havn, so ella so vilja hava sum avleiðing minkandi inntøkur til Tórshavnar Havn.
Man skuldi trúð, at ein av fremstu uppgávunum hjá einum komandi borgarstjóra var at verja áhugamálini hjá Tórshavnar havn og vinnuni sum her virkar. Men kanska hava vit miskilt okkurt ?
Vit sum umboða Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð, bæði nú og eftir árskiftið, vilja hervið harliga mótmæla, at ein komandi borgarstjóri ikki greitt vil verja áhugamálini hjá Tórshavnar Havn og harvið Tórshavnar Kommunu.
Allar útbyggingar sum hava verið í Tórshavnar Havn, hava verið og verða goldnar av vinnuni, við eitt nú vørugjøldum av innfluttningi og útflutningi umframt frá leiguinntøkum.
Allar útbyggingar, eisini tann síðsta stóra havnaútbyggingin, hava havt tað klára endamál at veita eina enn betur tænastu til allar tær fyritøkur, sum hava inn- og útflutning umvegis Tòrshavnar Havn.
Tí eigur Tórshavnar Havn ístaðin fyri at minka um inntøkurnar, heldur at virkað fyri at vaksa um inntøkurnar í framtíðini til at fíggja framdar íløgur. Men ikki minst eisini at tryggja komandi tørv til nýíløgur, tá tíðin er tann rætta til hesar íløgur.
Vit sum umboða Fólkaflokkin vilja verja Tórshavnar Havn og tí avleiddu vinnuai á havnaøkinum umframt áhugamálini hjá Tórshavnar Kommunu.
At tosa um um samstarv við aðrar havnir, sum heilt vist vil skaða inntøkumøguleikarnar hjá Tórshavnar Havn í framtíðini, er ábyrgdarleyst tos og setir trúðvirði hjá komandi borgarstóranum í vanda, sjálvt áðrenn hon er byrja í starvinum.
Tí vilja vit boða frá, at tað kemur ikki uppá tal, at Fólkaflokkurin fer at samstarva um nakrar ætlanir, sum hava við sær at inntøkur til Tórshavnar Havn verða avreiddar til aðrar havnir í øðrum kommunum í framtíðini.
Tí vilja vit heita á komandi borgarstjóra Elsu Berg, um at verja áhugamálini hjá Tórshavnar Havn og Tórshavnar Kommunu. Tað er tað minsta vit krevja av einum borgarstjóra.
Vegna Fólkaflokkin í núverandi og komandi Tórshavnar Býráð
Birgir Nielsen, núverandi og komandi býráðslimur
Høgni VIlhelmsen, komandi býráðslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald