2022-11-02 00:17
Hesa støðu fara vit ikki at misnýta. Men vit fara at nýta hana til at fáa so nógv úrslit fyri Føroyar, sum gjørligt.
Sjálvandi peika vit sum útgangsstøði á formannin í danska systurflokkinum, nú stjórn skal skipast.
Men sum vit hava sagt fleiri ferðir í valstríðnum: einki er treytaleyst í politikki!
Vit vænta nú at hava nakrar góðar samrøður við leiðsluna í systurflokkinum, bæði um samstarvshátt og ítøkilig mál.
Ganga hesar samrøður væl, eru vit sinnað at vera parlamentariskt grundarlag undir antin eini reyðari stjórn ella ein breiðari stjórn, tað skrivar Sjúrður Skaale á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald