2022-10-30 09:06
Spyr.fo gjørdi mánadagin eina veljarakanning fyri portal.fo, og í blaðnum Vikuskiftið, sum kom út í gjár verður víst á, hvør persónur fær flestar atkvøður.
Tað eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum standa til at vinna sær umboðan á Fólkatingi.
Sambært blaðnum Vikuskiftið hjá Portal.fo, so stendur eitt púra greitt, fær Javnaðarflokkurin umboðan á Fólkatingi eftir valið, so verður tað Sjúrður Skaale, sum endurvinnur sessin fyri eitt valskeið afturat.
Størri spenningur er um, hvør verður valdur, um Sambandsflokkurin eisini endurvinnur sín sess, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald