2022-11-23 12:53
Við á fundin hevði Sjúrður nøkur ynski, um hvussu grundarlagið undir eini komandi stjórn skal síggja út, tá tað snýr um viðurskifti viðvíkjandi Føroyum:
- Eg sigi tað sama nú, sum eg havi sagt allatíðina: Mín stuðul er ikki til sølu. Tí brúki eg hendan møguleikan at skapa forstáilsi fyri føroyskum sjónarmiðum. Og fyri at undirstrika, at vit í Javnaðarflokkinum sjálvandi vænta, at føroyskir myndugleikar ikki bara verða tiknir upp á ráð í uttanríkis- og verjupolitiskum samanhangi, men eisini hava síðsta orðið í øllum avgerðum, sum viðvíkja Føroyum.
Mette Frederiksen fekk eisini eina gávu í sambandi við hennara føðingardag. Eitt sindur soleiðis er politikkur, sigur Sjúrður Skaale:
- Politikkur er at geva at taka. At seta krøv og at geva seg. Umframt eitt føroyskt turriklæði fekk Mette Frederiksen eitt eintak av bókini 2000: Tá Føroyar skuldu loysa. Sum ein áminning um, hvussu galið tað kann ganga, tá samstarv og dialogur ikki verða raðfest, og tá tað ikki valdar virðing millum partarnar.
Stjórnarsamráðingar væntast at halda fram komandi vikurnar.
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald