Politikkur

Sjúrður heitir aftur á stjórnina at loysa pensjónsfløkju

Hóast stjórnin í svari til fólkatingsmannin í fjør staðfesti, at ein nýggj skipan fer at gera tað lættari hjá føroyskum pensjónistum at fáa sína eftirløn útgoldnað úr Danmark, so er framvegis ov long bíðitíð.

2022-09-09 08:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu árini hevur Sjúrður Skaale fleiri ferðir vent sær til danska heilsumálaráðharran, tí føroyingar við donskum eftirlønum ofta mugu bíða leingi fyri at fáa góðkent skattafrítøku av síni eftirløn í Danmark, hóast teir eru búsitandi í Føroyum.


Í svari til fólkatingsmannin í fjør boðaði heilsumálaráðharrin frá, at ein nýggj skipan skal tryggja, at skattafrítiknir føroyingar framyvir ikki skulu togast við danskar skattamyndugleikar á hvørjum ári, tí skipanin automatiskt fer at skráseta skattafrítøku ár um ár. Heilsumálaráðharrin segði eisini, at ein fyribils, manuel skipan fór at stytta um málsviðgerðatíðina fyri føroyingar.


- Danska heilsumálaráðið hevur boðað frá, at tað kemur ein loysn uppá hetta í 2022. Allíkavæl eru fólk, ið venda sær til mín og fortelja, at teirra trupulleiki ikki er loystur. Tí vil eg vita, nær nýggja skipanin fer at virka, tí hetta snýr seg also um eftirlønina hjá fólki, sum ikki eigur at dupultskattast.


Fólkatingsmaðurin vil tí eisini vita, hvussu nógv mál talan er um, og um danska skattamálaráðið yvirhøvur hevur megnað at stytt um málsviðgerðatíðina fyri skattafrítøku fyri danskt eftirlønarútgjald til føroyingar, sum ikki búgva í Danmark.


Spurningarnir kunnu lesast her: https://www.ft.dk/samling/20211/almdel/F%C3%86U/spm/28/2616848.pdf


Javnaðarflokkurin á fólkatingi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder