Vinna

Sjúrðarberg er farin nýggjan túr í Barentshavið

Sjúrðarberg fór í dag nýggjan túr í Barentshavið at fiska tosk, tað eru 30 mans við hendan túrin og skipari er Rólvur í Norðnástovu.

Skiparin - Rólvur í Norðnástovu - á dekkinum beint áðrenn teir loystu í dag.

Skiparin - Rólvur í Norðnástovu - á dekkinum beint áðrenn teir loystu í dag.

2023-05-15 23:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sjúrðarberg kom heim úr Barentshavinum fyri góðari viku síðan við fullari last av flaki - umleið 440 tons av flaki, sum teir hava landað í Klaksvík.

Tað hevur verið hampuliga góður fiskiskapur í Barentshavinum tað seinastu tíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder