2023-08-30 22:25  
  
 Klokkan 09 í morgun fekk MRCC boð um at ein sjúkur maður umborð einum nótabáti mátti undir læknahond sum skjótast. 
Báturin var staddur 250sm í ein LN úr Føroyum og fekk hann boð um at sigla móti Føroyum. 
Klokkan 10 fór tyrlan á flog, fyrst at bunkra fult í Klaksvík og síðani víðari norðureftir og klokkan 16 seinnapartin lendi tyrlan í øllum góðum við Landssjúkrahúsið við sjúka manninum umborð.
 
  
  
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald