2024-06-27 08:28

Landssjúkrahúsið:
Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya skrivaðu í dag undir samstarvsavtalu um universitetssjúkrahús.Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Harumframt skal avtalan styrkja um góðsku og evidens í tilboðum um heilsufremjan, fyribyrging, diagnostikk, viðgerð, røkt og endurvenjing til gagns fyri sjúklingar í heilsuverkinum.
Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.
Eisini er endamálið at tryggja best møgulig útbúgvingartilboð til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á heilsufakliga økinum eftir tí tørvi, sum er í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald