Eftir løgtingsvalið var greitt, at bygging av nýggjum bygningi til Sjóvinnustýrið var steðgað upp. Bygningur var teknaður og bjóðað varð út. Men av tí at prísurin var alt ov høgur, steðgaði alt upp.
Útbjóðingin annan ham
Vit valdu tí at leggja á annan bógv viðvíkjandi útbjóðing. Nú var bjóðað út ein bygningur, sum byggifyritøkurnar sjálvar skuldi tekna og projektera. Talan var um eina útbjóðing, har tað bert var ásett hvussu nógvar fermetrar bygningurin skuldi hava, hvussu nógv rúm og sløg av rúmum v.m.
Fleiri tilboð komu inn við ymiskum bygningum. Prísurin var eisini munandi lægri enn í fyrru útbjóðing. Tilboðið og bygningurin, sum Búsetur bjóðaði, vóru vald sum besta boðið. Hetta varð lagt fram fyri løgtingið og varð samtykt.
Av tí sama kundi ein bygningur, sum hevur skipsskap byggjast á Giljanesi, har stevnið vendir út móti Vágahavi. Bygningurin hevur tí eitt sera vakurt útsýni. Næsta ár verður klárt at flyta inn.
Kann fyribyrgja fleiri almennum byggigølum
Hesin háttur at bjóða út eigur at verða nógv meira brúktur. Í hesum føri gjørdist prísurin munandi lægri, umframt at allur vági nú liggur hjá byggifyritøkuni. Tað er byggifyritøkan, sum eigur bygningin, til hann er liðugur og góðtikin. Bert prís- og lønarvøkstur kunnu ávirkast.
Vit mugu gera alt fyri at fyribyrgja fleiri almennum byggigølum.
Við hesum útbjóðingarháttinum eru vit tryggari og í hesum førinum varð tað nógv bíligari.
Jørgen Niclasen, tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald