Heildarætlanin inniheldur 58 ymisk tilmæli innan fimm ymisk økir: fyribyrging, viðgerð, eftirlit, revsifulnaður og vitanargrundarlag.
Í Føroyum eru fleiri ymisk tilboð um viðgerðar – Frælsi, Blákrossheimi, Heilbrigdi – somuleiðis Megna títt lív, DAT viðgerð, Títt rúm og onnur tilboð, ið gera eitt ómetaliga stórt arbeiði á hesum økinum í dag.
Kanningar hava víst, at fleiri av teimum, ið taka rúsevnir, ofta hava eina (ella fleiri) diagnosu at stríðast við.
Psykiatriski depilin sigur, at tað ikki ber til at útgreina fólk, sum eru rúsaði, tí tað er trupult at skilja ímillum og meta um sálarligu avbjóðingarnar og ávirkanina av rúsevnunum.
Samstundis kunnu rúsviðgerðarstovnar ikki seta fólk í viðgerð, tí tey eru ov illa fyri sálarliga.
Hetta gerst ein stórur trupulleiki, sum ikki gerst minni av, at sálarligu trupulleikarnir ofta hanga saman við rúsnýtsluni – men verða sjálvmedisineraðir. Tí detta persónar, sum hava sálarligar trupulleikar og nýta rúsevni, ofta niður ímillum skipanir.
Ein ómetaligur stórur trupulleiki, sum fá – um nakar – hevur sett sjóneykuna á er, at vit í Føroyum ongi viðgerðartilboð hava til ung og vaksin, sum hava aktivar trupulleikar við rúsevnum ella av ymsum heilivági.
Viðgerðartilboð til ung og vaksin, ið hava eina aktiva rúsevnisnýtslu, má setast á stovn, so tey, ið ynskja sær hjálp til viðgerð, hava eitt stað at venda sær fyri at fáa hjálp við síni aktivur nýtslu.
Somuleiðis eiga viðgerðartilboð at veita viðgerð til familjuna hjá tí, sum fer í viðgerð. Við at veita familjuni viðgerð, ber til at røkka betri úrslitum, enn um tilboðini bert verða veitt tí persóninum, sum fer í viðgerð. Tað nyttar ikki at senda unglingan “á verkstað” fyri at fáa loyst trupulleikarnar. Fyri at fáa eina dygdargóða viðgerð, eru vit eru noydd at veita familjuni hjálp samstundis.
Orsøkin til eina og hvørja rúsevnisnýtslu er líka ymiskt sum tú og eg, og orsøkin aftanfyri eigur ikki at vera fortreytin til um bjóða verður fram viðgerðartilboð. Somuleiðis má betri uppfylging/eftirlit verða við heilivági, ið verður útskrivaður frá læknum.
Sum støðan er í dag, so skulu tey, ið ynskja at steðga, sjálvi klára at trappa niður heima við hús, onkur einkultur fær møguleika at vera undir umsjón í heilt stutta tíð. Hædd verður ikki tikin fyri um nakar er aftanfyri fyri at hjálpa teimum við niðurtrappingini, og tískil standa tey ofta einsamøll við trupulleikanum, ið tey vilja sleppa burturúr.
Tørvurin steðgar ikki hóast tollvaldið fær steðga innflutninginum av rúsevnum, tí trupulleikin er eisini við heilivági, ið læknar í Føroyum útskriva.
Vit mugu lofta teimum, ið ynskja at sleppa burtur úr sínum trupulleikum og hava tørv á hjálp fyri at náa tí.
Ásla Leila B. Johansen
valevni hjá Tjóðveldi
X við Áslu Leilu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald