Eisini økisfeløgini hjá flokkinum hava fingið nýggjar og tíðarhóskandi viðtøkur.
Hetta er eisini orsaka av, at Føroyar eru eitt valdømi, og tí er bygnaðurin lagaðar til hesar umstøður.
Limirnir í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins eru:
Norðoya Sjálvstýrisfelag,
Eysturoyar Sjálvstýrisfelag,
Streymoyar Sjálvstýrisfelag,
Suðuroyar Sjálvstýrisfelag og
Unga Sjálvstýri.
Arbeitt verður við at stovna feløg í øllum økjum í landinum. Har eingi feløg eru ber til at gerast beinleiðis limir.
Tørvur hevur verði á at eftirmett øll viðurskiftir í flokkinum, og við hesum broytingum, metur Sámal Petur í Grund, floksformaður og Andrias Jacobsen, formaður í landsnevndini, at fólk fáa høvi í størri mun, at kunna seg um viðurskiftir floksins á ein góðan og náttúrligan hátt.
Eisini nýggja heimasíðu.
Um stutta tíð fær Sjálvstýrisflokkurin eisini nýggja heimasíðu, har sjóneykan verður sett á økt virksemið, bæði tá talan er um virksemið hjá landsfelagnum, og umfatandi broytt virksemið hjá økisfeløgum.
Á heimasíðuni verða sjónarmið floksins væl lýst, og til ber at fáa innlit í floksins støðu til dags aktuellar spurningar.
Sámal Petur í Grund, floksformaður
Andrias Jacobsen, formaður í landsnevndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald