Mentan

Siloakórið sangløtu sunnukvøldið

.

2025-05-31 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Sunnukvøldið 1. juni kl. 19 verður sangløta við Siloakórinum í Siloa í Fuglafirði.
 
Siloakórið er knýtt at samkomuni í Siloa – og nú sunnukvøldið verður, eins og vanligt
plagar at vera hesa tíðina, boðið til konsert/sangløtu, áðrenn farið verður í summarfrí.
Á skránni er bæði nýtt og gott gamalt – serliga sangirnir, ið kórið hevur vant hetta
seinasta árið. Hetta eru fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum,
teir flestu við undirspæli. Eisini eru fleiri solistar, sum syngja saman við kórinum.
Harumframt fer kvinnutrio, ið nevnir seg ”Kyrrindi”, at framføra tveir sangir.
Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
Ein góður drekkamunnur verður aftaná.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder