2024-06-06 12:12

Undir heitinum ”Vingefang”(Veingjabreiði) letur framsýning upp leygardagin 8. juni kl. 15.00 á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn.
Tað er Sigrun Gunnarsdóttir, ið sýnir fram og verða har um 40 verk at síggja.
Umframt málingar er eisini tann stóri spurvurin við á framsýningini – somuleiðis er filmurin ”Heartist” partur av framsýningini.
Sunnudagin 9. juni kl. 16.00, er sokallað ”Artist talk”, har stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusaradóttir Olsen, kuratorur, hevur prát við Sigrun.
Framsýningin er opin til 22. september.
https://www.facebook.com/events/978727053606250
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald