Báturin fekk lítlan skaða, og fekk siglt uttan trupuleikar inn á Miðvág, klokkan 18:44 var báturin í báthylinum í Miðvági, verður upplýst av løgreglustøðini.
Annars hevði løgreglan ymsar uppgávur í gjár.
Gjáramorgunin gjørdi løgreglan eitt átak við skúlan á Biskupsstrøð. Har blivu 20 bilførarar skrivaðar í svørtu bók, av teimum fingu seks klipp í kortið tí børnini ikki sótu í seðla.
Klokkan 08:30 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein rútur var dottin úr einum vogni, men løgreglan fann ikki fram til hvør hevði mist rútin.
Løgreglan hevði eitt málrættað átak á ymiskum skeinkistøðum í Norðoyggjum, men har var einki at seta fingurin á.
Bæði í nátt og í morgun hevur løgreglan kannað nógvar bilførarar fyri rúsevna/rúsdrekkakoyring, men øll høvdu loyvi at koyra bil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald