2024-09-13 14:20
Í kvøld, fríggjakvøldið 13.09.2024, frá kl. 19.30 til 22.00 verður áhugaverd framsýning á Broncks í Havn.
Luttakarar á ullarráðstevnuni NANSW sýna teirra vørur fram, møguleiki er eisini at keypa nakrar av vørunum.
Millum framsýnarar er nýggja spinnaríið í Skopun, tey vísa myndir og ull frá framleiðsluni, og møguleiki er at keypa teirra tógv Kyrra.
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni, nakrar myndir av framsýningini eru undir tekstinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald