Lýsing

Seyðauppboðssøla hjá SNB

Árliga seyða uppboðssølan hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag verður í kvøld, leygarkvøldið 12, oktober kl 19.00. Uppboðssølan verður eins og undanfarin ár hildin í pakkhúsinum á Bíargarðið í Hvalba, eins og tað er møguligt at bjóða umvegis SMS á tlf: 218783 og fylgja við á www.gevbod.com

2024-10-12 09:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á uppboðssøluni í ár eru 11 livandi lomb, 6 veður og 5 gimburlomb og 1 livandi veðrur. Umframt tað eru 2 sundurlimaði veðrakrov, sperðlar,lundar og aðrir lutur á søluni.

Hettar er trettanda árið ið uppboðssølan verður hildin og er hon ein týðandi partur av inntøkunum hjá felagnum.

Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag er eitt virkið og væl útgjørt bjargingarfelag ið tekur sær av leiting bæði á sjógvi og landi, stormskaðum og øðrum uppgávum innan tilbúgvingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder