Tíðindaskriv
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið tóku í dag undir við
semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar í gjárkvøldið tann 11.
desember 2024.
Talan er um ein 3 ára sáttmála galdandi frá 1. oktober 2022 fram til 30. september 2025.
Við semjuni hækka lønirnar soleiðis:
1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 %
1. oktober 2023 hækkar lønin 4,2 %
1. oktober 2024 hækkar lønin 4,75 %
Skipan av arbeiðstíð
Ein týdningarmikil partur av semjuni er, at partarnir hava gjørt avtalu um greiðari karmar fyri
skipan av arbeiðstíð og arbeiði í vaktarskipan. Millum annað reglur fyri, hvussu vaktarskiftini
skulu skipast og hvussu long frítíðin skal vera millum vaktirnar. Harumframt er freistin fyri
vaktarbroytingar longd úr 24 upp í 72 tímar.
Semjan heimilar, at partarnir á einstøku arbeiðsplássunum kunnu gera staðbundnar avtalur
um arbeiðstíð, sum víkja frá ásetingunum um vaktarskipan sambært nýggju semjuni.
Semingsuppskotið sæst á heimasíðu okkara www.kaf.fo
Tórshavn tann 12. desember 2024
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald