Vinna

Seglbátur hevði brúk fyri skjótari hjálp

Seinnapartin fyrradagin fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein seglbátur hevði brúk fyri skjótari hjálp.

2023-05-27 15:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seglbáturin ið var staddur 4. fjórðingar norður úr Kalsoynni, hevði fingið skammlop, og hevði tí brúk fyri hjálp.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Arun (fyrrverandi Ziska), at veita neyðuga hjálpina.

Seglbáturin var sleipaður til Klaksvíkar í øllum góðum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder