Mentan

Sanggudstænasta í Hvalbiar kirkju

Komandi tíðina fer Hvalbiar kirkja at skipa fyri tiltøkum, har sálmar, ið hava okkurt við Hvalba at gera eru í fokus.

2024-06-12 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Byrjað verður við eini sanggudstænastu, sunnudagin 16. juni kl. 12.30, har okur skulu syngja sálmarnar, sum hvalbingurin Steingrím Niclasen hevur skrivað og týtt í sálmabókini og sálmabókaískoytinum.

Helena Petersen, ið er systurdóttur Steingrím, fer at greiða frá Steingrími og sálmaskaldskapi hansara, og Hanus Pál Jógvansson, prestur, fer at greiða stutt frá hvørjum einstøkum sálmi hjá Steingrími.

Aftaná gudstænastuna bjóðar kirkjan ein drekkamunn. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder