2023-06-01 13:58

Mikudagin 07. juni kl. 20.00 verður almennur borgarafundur um ætlanirnar at staðseta eina vindmyllulund á Sandi.
Umhvørvisstovan og SEV verða við at greiða frá og svara spurningum frá fundarfólki.
Borgarafundurin verður á ovaru hædd í umsitingarbygninginum hjá Sands kommunu á Mørkini Miklu 3.
Vónandi møta fólk fjølment.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald