2023-07-26 10:12

Sætta umfar er um at vera liðugt. Tað eitur Remmuborð, eftir tað kemur Rimin og síðani Stokkarnir.
Í dag, 26. juli, er seinasti dagur, ið bátasmiðurin arbeiðir áðrenn ólavsøku. Byrja verður aftur í Steigartúni, mánadagin 7. august.
Til sølu
Báturin verður settur til sølu, tá hann er liðugt smíðaður. Við fylgja 4 árar og róður.
Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, lutaður burtur á ólavsøku 2023.
Áhugaði kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477.
Bókin “Føroyski báturin. Bátur og bátasmíð” er at fáa til keyps í Bartalsstovu í Sandavági og í Gamla Bókhandli og Rit & Rák í SMS í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald