Avtalan er hemila í tilbúgvingarlógini § 8, stk. 2, har Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og Fámjins kommunu hava gørt av at hava felags tilbúgving til at útinna tær uppgávur, sum eru ásettar í tilbúgvingarlógini. Hesar tríggjar kommunurnar hava søguliga sæð leingi havt eitt gott samstarv á tilbúgvingarøkinum, sum nú verður dagført og formliga staðfest í samstarvsavtaluni.
Felags tilbúgvingarnevnd
Tvøroyrar-, Hvalbiar- og Fámjins kommuna skipað eina felags tilbúgvingarnevnd samb. tilbúgvingarlógina, §12. Stk 5, og verður henda umboða av borgarstjóranum á Tvøroyrar kommunu, sum er føddur formaður. Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu er nevndarumboð saman við borgarstjóranum í Fámjins kommunu. Eisini eru í nevndini form. í teknisku nevnd hjá ávikavist Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu, samt einum nevndarlimi í teknisku nevnd í Tvøroyrar kommunu, Sýslumanninum í Suðuroynni, einum umboði fyri Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag (SNB) og Tilbúgvingarleiðarinum.
Tilbúgvingarnevndin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, og tryggjar vegna Tvøroyrar kommuna, Hvalbiar kommuna og Fámjins kommuna, at tilbúgvingin í kommununum er nøktandi við atliti til váðan í kommununum og tilbúgvingarlógina. Tilbúgvingarnevndin skipar seg við væl av næstformanni/kv., á fyrsta fundi í nevndini, seinast 14 dagar, eftir skipan av bý- og bygdaráðum samb. kommunustýrislógin. Sitandi nevndin kann ikki fara frá, fyrr enn nýggja nevndin er skipað.
Um tað við atkvøðuavgerð í tilbúgvingarnevndini stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum avgerðandi. Liminir í tilbúgvingarnevndin verða útnevndir við skipan av nýggjum kommunustýrið, samb. kommunustýrislógina kap. 6, §28 & 29 og kap.7, §35. Nevndarliminir sita í 4 ár, og kunna afturveljast.
Daglig fyrisiting og leiðsla av felags tilbúgvingini
Tað er tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu í samstarvi við tilbúgvingarleiðaran, sum hevur dagligu fyrisitingina og leiðsluna av felags tilbúgvingini á Tvøroyri, Hvalba og Fámjin um hendi. Í hesum sambandi er tað eisini tekniska deild í samstarvi við tilbúgvingarleiðaran, sum hevur yvirskipaðu tilbúgvingarætlanina um hendi herímillum samskipar og tryggjar, at innihaldið í tilbúgvingarætlanini verður útint í verki og dagført eftir tørvi.
Tað er tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu í samráði við tilbúgvingarleiðaran, sum mannar tilbúgvingartoymið, samb. starvsfólkaskipanina hjá Tvøroyrar Kommunu.
Fíggjardeildin hjá Tvøroyrar kommunu umsitur fíggjarviðurskiftini hjá felags tilbúgvingini. Tvøroyrar býráð er setunarmyndugleiki hjá tilbúgvingarleiðaranum.
Fígging av felags tilbúgvingini
Útreiðslur í sambandi við rakstur og íløgur av felags tilbúgvingini verða fíggjaðar av Tvøroyrar- og Hvalbiar- og Fámjin kommunu í felag. Fíggingin verður rokna í mun til fólkatalið í kommununum pr. 1. Januar í galdandi fíggjarári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald