2022-07-20 19:56
Í juli 2022 er ein broyting gjørd í málsøkjabýtinum millum landsstýrismenninar, sum merkir, at stovnurin “Arbeiðs- og brunaeftirlitið” frameftir skal umsita uppgávur viðvíkjandi samskipan í tilbúgvingarmálum vegna landsstýrismannin í fiskivinnumálum.
Tað vil siga, at “Arbeiðs- og brunaeftirlitið” fer at hava tilvísing til landsstýrismannin í fiskivinnumálum í málum sum viðvíkja samskipan í tilbúgvingarmálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald