Vinna

Samlaða treystitalið hjá brúkarum og vinnuni er lækkað

Samlaða vísitalið í føroyska búskapinum hjá bæði brúkarum og vinnu er lækkað úr -1 í januar 2024 til -5 í juni 2024. Í høvuðsheitum er tað treystið í tilfeingis- og ídnaðarvinnum, sum er fallið.

Mynd: Landsbankin.

Mynd: Landsbankin.

2024-09-20 11:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 




Nýggjasta konjunkturbarometrið hjá Hagstovu Føroya vísir, at samlaða vísitalið fyri bæði brúkarar og vinnuna er fallið eitt vet í nýggjasta kanningini, frá -1 til -5, sí mynd 1. Í høvuðsheitum er tað treystið í tilfeingis- og ídnaðarvinnum sum er fallið.

Tilfeingisvinnan kann í høvuðsheitum býtast sundur í teir 3 bólkarnir, sum snúgva seg um hvør sítt virksemi. Bólkarnir eru uppsjóvarvinnan, ið fiskar makrel, sild og svartkjaft, ið virkar undir einari kvotaskipan. Síðani er tað botnfiskurin, sum virkar partvís undir einari fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi og undir kvotuskipanum aðrastaðnis, td. í Barentshavinum, Ísland, Bretlandi, Grønlandi og Flemish Cap. So er tað alivinnan, ið leggur sítt virksemi til rættis eftir egnum treytum.

Av tí at ymiskar orsøkir ávirka vinnurnar á hvør sín hátt, eru tað fleiri orsøkir til, at ávísin fyri tilfeingisvinnuna og annan ídnað er lækkaður nakað síðani seinastu konjunkturkanning. Vísitalið er farið úr -19 niður í -33. Uppsjóvarvinnan boðar millum annað frá eini væl lægri kvotu av makreli, sum kemur av nýggju strandarlandaavtaluni. Men avtalan ger at fiskiskapur eftir makreli eisini kann vera í norskum og bretsum øki, tá makrelurin er betri fyri, og gevur betri prís. Kvotan av sild fellur eisini.

Botnfiskavinnan boðar frá einari minkandi kvotu av toski í Barentshavinum, men góðum hýsu- og upsafiskiskapi undir Føroyum. Fiskaprísirnir eru á einum góðum støði og væntast møguliga at hækka í ár.

Stígur væntast harafturat í altjóða útboðnum av laksi, ið helst merkir, at laksaprísurin hækkar í longdini; tó hevur tað víst seg, at laksaprísurin hevur verið lægri í summar, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Útflutningurin av laksi væntast at hækka eini 14% í nøgd í ár.

Byggivinnan sveiggjar vanliga við konjunkturunum. Treystið í byggivinnuni er sambært konjunturbarometrinum gott. Vísitalið er 31 í juni 2024, ið er lægri enn í januar (51), men framvegis positivt. Metingar fyri verandi og væntaðar íløgur benda á, at eftirspurningurin hjá byggivinnuni framvegis er stórur. Nakrar av teimum størri almennu og kommunalu verkætlanunum verða væntandi lidnar í ár, tó tykist eftirspurningurin hjá almenna geiranum framvegis at verða stórur í 2025. Harumframt veksa privatu íløgurnar væntandi í 2025.

Handilsvinnan er ein týðandi partur av privatu tænastuvinnuni. Í nýggjasta konjunkturbarometrinum hjá Hagstovu Føroya letur vinnan nógv betri at samanborið við januar 2024. Ávísin hjá handilsvinnuni í nýggjastu kanningini frá juni 2024 er 4 (í mun til -27 í januar). Handilsvinnan boðar frá, at goymslan er eitt sindur lægri enn í vetur, og hon væntar samstundis meira sølu í 2024.

Ávísin hjá privatu tænastuvinnuni stendur í stað í nýggjastu kanningini hjá Hagstovu Føroya samnborið við januar í ár og liggur á einum lutfalsligum lágum støði. Privata tænastuvinnan hevur verið hart rakt av verkfallinum í mai – juni, og tað hevur helst ávirkað svarini í kanningini til konjunkurbarometrið.

Tænastuvinnan svarar í kanningini, at sølan seinasta árið hevur ikki verið nøktandi, men samanborið við svarini í kanningini í vetur, hevur eftirspurningurin og arbeiðstørvurin verið hægri, og tænastuvinnan væntar eisini hægri eftirspurning og arbeiðstørv komandi tíðina.

Mynd 1 Treystitalið fyri brúkarar og vinnuna

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder