Vinna

Samhugi við Ukraina

Í dag kl. 18 verður samhugatiltak fyri Ukraina á Vaglinum í Havn.

2022-03-02 11:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið 2. mars klokkan 18 verður samhugatiltak fyri Ukraina á speakers corner á Vaglinum í Havn. Latið okkum vísa, at vit mótmæla russiska álopið á Ukraina og vísa okkara samhuga við fólkið, har býr.


Umboð fyri Reyða Kross og Amnesty International Føroyadeild koma at halda røðu. Í felag fara vit at halda 1 minutt tøgn fyri ukrainska fólkið, sum í hesum døgum líður undir russisku innrásini. 

Aftaná verður orðið frítt.

Takið endiliga ljós við av onkrum slag ella skeltir. 

Um fólk hava hug at stuðla fíggjarliga eisini, ber til at senda pening til Reyða Kross á hesum kontum og viðmerkja “Ukraina”

Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder