Politikkur

Samhaldsfast SEV ella fíggjarligt blackout?

Hví skal eg gjalda fyri eina vøru, sum eg ikki taki niður av hillini ?

2022-11-24 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ja, hetta er ein fløktur spurningur, men júst soleiðis er støðan hjá SEV.

Vit eiga øll SEV – ja, tað er rættiliga kul, at vit øll eru partaeigarar í einum el-veitingarfelag. Vit fáa ikki beinleiðis vinningsbýti, men vit fáa øll ágóðan av eini samhaldsfastari skipan. Streymurin kostar tað sama, um tú býr í Hattarvík ella í Runavík, líkamikið hvør ið kostnaðurin annars er av at flyta orkuna  út til Fugloyar ella higar.

SEV skal bert hava slíkt yvirskot, at tað kann framtíðartryggja okkara veiting. Útbyggingar av framleiðslu og neti eru risa langtíðaríløgur, og SEV megnar sína uppgávu til fulnar.

SEV setir høg krøv til egna burðardygd og grøna veiting, og arbeiðir fyri frambrotum á fleiri økjum.

Farnu jól vóru nógvar ráar jóladunnur í Danmark, tí at netið kláraði ikki at veita nógmikið av orku til øll samstundis. Hetta hendir ikki hjá SEV.

Undanfarna samgonga hevur arbeitt við at skilja net og framleiðslu í hvør sítt felag, men landið eigur ikki SEV. Kommunurnar hava stovnað SEV og reka tað framvegis 70 ár seinni.

Tað er ikki fyrimunur fyri okkum eigarar / kundar, at fremja sundurskiljan. Rakstur ella íløgur vera ikki bíligari av hesi sundurskiljing, - heldur hinivegin.

Nýggir aktørar veita streym via vindmyllur inn á netið hjá SEV. Hetta er gamaní, men nú koma vit aftur til vøruna, sum liggur eftir á hillini.

Landið krevur, at SEV skal gjalda til nýggja aktørin, líkamikið um SEV kann selja streymin.

Nú skal framleiðsla stýra eftirspurninginum, og um eingin hevur tørv á streyminum, so skal SEV framvegis gjalda – hetta er vøran, sum liggur eftir á hillini, men sum vit skulu gjalda fyri alíkavæl.

Hvør fær so ágóðan ? Ein privatur aktørur fær harvið vinning úr okkara samhaldsføstu skipan, og óneyðug útreiðsla er løgd á okkum øll.

Við Tjóðveldi vil eg arbeiða fyri, at hendan skipan verður broytt, til fyrimunar fyri okkum eigarar. Ein loysn kann vera, at privatur aktørur má góðtaka, at onkutíð mala myllurnar uttan vinning, ella kann aktørurin byggja egnar orkugoymslur ella gjalda SEV fyri at gera slíka íløgu.

Set X við E – Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, valevnið hjá Tjóðveldi til Løgtingsvalið 2022

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder