Politikkur

Samgongan hevur munin

Í morgin er Fólkatingsval í Føroyum, og veljarakanningarnar vísa, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa til at endurvinna sessirnar, og sambært kanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo so verða tað Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, sum fáa flest stemmur hjá teimum báðum flokkunum, sum vinna sessirnar.

2022-10-30 22:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tær seinastu veljarakanningarnar vísa, at tað verður tætt millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Tað er spyr.fo, sum hevur gjørt kanningarnar fyri portal.fo og KVF. Kanningin hjá portal.fo gevur Sambandsflokkinum 29,9% og Javnaðarflokkinum 27,3%. Síðani kemur Tjóðveldi við 18,7% og Fólkaflokkurin við 16,7%. Miðflokkurin fær 4,3% og til síðst Framsókn 3,2%. Sjálvstýri stillar ikki upp.

Kanningin hjá KVF líkjist nógv tí hjá portalinum.

Javnaðarflokkurin fær í hesari 28,3% og Sambandsflokkurin fær 27,3%. Fólkaflokkurin fær 18,9% og Tjóðveldi 18,6%. Miðflokkurin fær 4% og Framsókn 2,8%.

Í mun til valið tann 5. juni í 2019 og kanningina hjá KVF eru hesar broytingarnar hjá flokkunum.

Fólkaflokkurin -4,9% stig.

Sambandsflokkurin -1% stig.

Javnaðarflokkurin +2,7% stig.

Sjálvstýri stillar ikki upp.

Tjóðveldi stendur í stað.

Framsókn +0,3% stig.

Miðflokkurin stillaði ikki upp seinast, men fær 4%.

[object Object]

Um hugt verður eftir hvussu samgongan og anstøðan eru mannaði í Løgtinginum, so fekk samgongan til valið 31. august 2019 50,2% av atkvøðunum. Anstøðan fekk 48,3% av atkvøðunum.

Um hugt verður eftir kanningini hjá portal.fo, so gevur hon sitandi samgongu 50,9% av atkvøðunum og anstøðuni 49,2% av atkvøðunum.

Kanningin hjá KVF gevur sitandi samgongu 50,2% av atkvøðunum og anstøðuni 49,7%.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder