Politikkur

Samd um málið

Formaðurin í størsta flokkinum sambært veljarakanningunum, javnaðarflokkinum er komin við sínum fyrsta boðskapi til valstríðið. Talan er ikki um nakað nýbrot og ítøkilig mál, men harafturímóti meir ella sjálvfylgiligheitir, sum flest folk kunnu taka undir við. Trúgvi ikki nakar kann vera ósamdur í boðskapinum frá formanni javnaðarfloksins, líkamikið um ein ynskir samband/loysing, vinstra/høgra, liberalur/konservativur.

2022-11-16 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Niðanfyri havi eg nevnt fleiri av málunum   hjá javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval 2022.   Eg kundi  eins væl sagt tað sama sjálv  og helst allir føroyingar eisini.


  • Allir føroyingar skulu hava ein gerandisdag, sum hongur saman.
  • Allir føroyingar skulu hava tak yvir høvdið
  • Gerandisvørur skulu gerast bíligari
  • Allir føroyingar skulu hava ein fastan kommunulækna
  • Tey ið tjena minst, skulu skattast minni
  • Umhvørvið skal raðfestast
  • Føroyar skulu vera fyri øll.


Sjálvt ein fólkaflokkspolitikari  kann ikki  vera ósamdur við formann javnaðarfloksins í hesum.   So mikið liberal eru vit.


Minnir ikki sørt  um, tá ein kendur danskur  politikari  vildi arbeiða fyri meir undanvindi á súkklubreytunum. Tað ynsktu  øll, og mær vitandi bleiv hann valdur í fólkatingið. Javnaðarflokkurin er størsti flokkur sambært veljarakanningum, so kanska  endurtekur søgan seg.


Fólkaflokkurin ynskir minst líka nógv sum javnaðarflokkurin at allir føroyingar skulu hava tak yvir høvdið og at Føroyar skulu vera fyri øll.  Vit ynskja  eitt burðardygt vælferðarsamfelag við einum tryggum grundvølli, sum  var  og  framvegis er   okkara vinnulív. 


Fólkaflokkurin vil síggja úrslit,  og tað hava vit so dyggiliga prógvað í verki kring alt landið saman við øðrum borgarligum flokkum.  Úr rúgvuni av avrikum kann eg nevna:


Sandoyartunnilin, Eysturoyartunnilin, Famjinstunnilin, tunlar Norður um fjall og Suðuroyartunnilin settur á skrá. 


Á sociala økinum hava vit so sanniliga eisini avrikað. Bara hesi síðstu 3 árini í samgongu kann eg nevna:


Skálagarð til seinheilaskadd í Klaksvík 

3 heim í Suðurstreymoy til fólk við serligum avbjóðingum. 

Dagtilhald á Glyvrum til fólk við demens yngri enn 67 ár.

Deild hjá Dugna opnað í Suðuroy.

Bústaðarpakkin samtyktur, har Bústaðir hevur fingið lániheimild uppá ½ milliard til at byggja bústaðir fyri kring alt landið.

Nýggjan bygning til Skipaeftirlitið í Vágum. 


Alt hetta var ikki møguligt uttan eitt sterkt vinnulív í tryggum støðugum kørmum.  Hesum  syrgdu vit eisini fyri. 


Jú sanniliga er  brúk fyri fólkaflokspolitikki. Latið okkum standa saman og sláa ring um fólkaflokkin. Latum okkum hava fokus á besta politikkin.  Hetta er  ongantíð meir neyðugt  enn júst nú.


X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder