Politikkur

Sambýlið í Reynstúni á Argjum

Í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi, nú spakin er settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum.

2022-06-29 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, bar fram røðu, áðrenn hann loysir fyrsta flagið fyri heiminum.

Nýggja Sambýlið í Reynstúni á Argjum eru til fólk við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Pláss verður fyri 18 búfólkum. Umframt búeindirnar verða felagsøki og starvsfólkaøki.

Í mai mánað vórðu arbeiðstøkusáttmálarnir at byggja sambýlið undirskrivaðir. Tað eru P/F Articon (jørð, kloakk og bygning), P/F Maria Poulsen (HVS og ventilatión) og Sp/f El.fo (el og ABA), sum fara at standa fyri arbeiðnum.

Tað er Teknistovan MAP arkitektar, ið hevur prosjekterað verkætlanina.

Heimið fer at liggja beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum. Arbeiðið byrjar í næstum og skal verða liðugt síðst í 2023.

Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna hjá landsstýrismanninum:

Góðan dag og vælkomin øll somul!
Í dag er ein stórur dagur, nú spakin verður settur í til nýggja sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki.
Sambýlið verður eitt heim til 18 búfólk, ið hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Teirra skerdu virkisførleikar gera, at teimum tørva hjálp til flestu aktivitetir í gerandisdegnum.
Verkætlanin, sum í dag fer av bakkastokki, byrjaði við eini ætlan um at nútímansgera Eirargarð 14 & 16. Eirargarður varð fyri fleiri enn 40 árum síðan, bygdur til fólk við menningartarni, og var fyrsta byggjarí til henda málbólk í Føroyum.
Í 2018 varð ætlanin tó slept. Heldur enn at umvæla og umbyggja Eirargarð, varð gjørt av at byggja eitt nýtt sambýlið til búfólkini á Eirargarði. Almannamálaráðið setti seg í samband við Tórshavnar kommunu, um at fáa til vega nøktandi grundøkið, og vísti tey á hetta grundøkið her í Reynstúni.
MAP arkitektar vunnu útbjóðingina at gerast høvuðsráðgevi, og sjøtul varð settur á skipanaruppskotið í januar 2019, sum var liðugt í februar sama ár. Vegna millum annað stjórnarskifti og at Tórshavnar kommuna skuldi avgreiða søluna til Almannamálaráðið, hava verið steðgir í byggifyrireikingini.
Í januar í ár varð høvuðsprosjektið liðugt og boðið út. Lisitatiónin var 18. februar í ár og arbeiðið varð boðið út í trimum arbeiðstøkum.
P/F Articon fer at hava jørð, kloakk, timbur-, snikkara-, betong-, lendis-, málara-, múrara- og gólvarbeiðið um hendi, P/F Maria Poulsen HVS og ventilatión og Sp/f El.fo el-arbeiðið.
Eftir at verklagslógin varð løgd fyri Løgtingið í februar 2022, samtykti eitt samt Løgting at heimila landsstýrismanninum at brúka 54 mió. kr. at byggja sambýlið fyri.
Sambýlið, ið verður bygt her í Reynstúni, er eitt nýbrot. Fyri fyrstu ferð byggja vit eitt sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki, ið hava stóran røktartørv.
Kjarnin í námsfrøðiliga arbeiðinum á heiminum er nærvera og sambandi við onnur menniskju. Búfólkini skulu varðveita sínar kropsligu, sálarligu og sosialu førleikar, so leingi sum gjørligt.
Hesum stuðla teir fysisku karmarnir í sambýlinum eisini undir bæði – úti og inni. Bygningurin er skipaður í tríggjar eindir: tvær búeindir og ein felags eind.
Hvør búeind hevur 9 íbúðir, býttar í tríggjar býlingar. Í hvørjum býlingi eru soleiðis tríggjar íbúðir, sum eru felags um eitt tún.
Í felagseindini er millum annað starvsfólkahølir, felagskøkur, vaskarí, tøknirúm og sansarúm.
Vit eru fleiri, sum eru sera spent og gleðast um, at vit endiliga fara undir at byggja hetta nýggja sambýlið. Hetta fer at broyta umstøðurnar munandi til tað betra.
Nú byggingin loksins fer av bakkastokki, er hetta byrjanin til eina nýggja tíð. Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í nýggja sambýlið síðst í 2023.
Eg fari at takka bygginevnd, sum við innliti og royndum hevur gjørt eitt stórt arbeiði, og Landsverk fyri ráðgeving og fyri at hava havt verkætlanarleiðsluna um hendi.
MAP arkitektar fyri at hava sniðgivið og teknað ein funktionellan og vakran bygning, ið rúmar tørvinum hjá búfólkum, bæði úti og inni. Og allar samstarvspartnarar hjá MAP, sum prosjektera byggiverkætlanina.
Og til tykkum í Articon, Mariu Poulsen og EL.fo sum fara at gera verkætlanina til veruleika, fari eg ynski blíðan byr við arbeiðinum.

Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild, eins og øllum teimum, sum hava havt ein virknan leiklut í at gera hesa verkætlan til veruleika.
Tað er mín vón, at húsfólkini , eins og teirra avvarðandi, fara at kenna seg væl í Reynstúni.
Við hesum orðum er løtan komin, har eg fari at loysa fyrsta flagið til nýggja sambýli.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder