Í hesum sambandi hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi havt javnt samskifti og samstarv við Havstovuna og Granskingarráðið, sum umsitur játtanina. Miðað verður eftir, at hetta samstarvið áhaldandi mennist. Nýggi fólkatingslimurin og Havstovan møttust tí til ein fund í týsdagin um havgransking og ætlanunum hjá Sambandsflokkinum at seta á stovn ein altjóða havgranskingarstovn.
Havstreymarnir í Norðuratlantshavi hava ávirkan á veðurlagið og umhvørvið í øllum Norðurevropa, og tískil skal hendan granskingin hava høga raðfesting í ríkisfelagsskapinum.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi takkar Havstovuni fyri ein sera góðan fund og gleðir seg til samstarvið framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald