Men baktjaldið er álvarsamt. Vit hava júst verið gjøgnum eina heilsukreppu, ið hevur rakt øll okkara samfeløg. Russiska innrásin í Ukraina minnir okkum á, at kríggj á okkara nærleiðum ikki bara er ein teoretiskur møguleiki. Tá ið vit møta kreppum av ymsum slagi, skilja vit, hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða saman við okkara nærmastu samstarvsfeløgum um at handfara avbjóðingarnar - í og saman við ES og NATO, og í okkara norðurlendsku familju.
Lond okkara eru knýtt tætt saman gjøgnum felags arbeiðsmarknað, búskap og handil, ferðavinnu, mentan og politikk. Alt hetta, frá tí yvirskipaða samfelagsliga til tað gerandisliga fyri okkum sum einstaklingar, ger Norðurlond til eitt samrunnið øki. Hetta er eindømi.
Tann fría flytingin og samanrenningin, sum vit vanliga taka fyri givið hvønn dag, mátti standa sína roynd, tá umfarssóttin kom. Í øllum okkara londum vórðu gjørd víðfevnd átøk fyri at verja lív og heilsu. Vit kunnu bara siga sum er, at tað tíðum var trupult at viga fyri og ímóti, tá avgerðir skuldu takast. Tey ymisku átøkini til tess at berja umfarssóttina vóru krevjandi fyri øll, sum hava fyri neyðini at ferðast frítt millum lond okkara, ikki minst fyri tey, sum hava sett búgv í okkara marknaøkjum. Og tey eru nógv í tali.
Norðurlendskt samstarv
Fyribils avmarkingarnar og ymisku tilgongdirnar í teimum ymsu londunum høvdu nýggjar avbjóðingar við sær fyri norðurlendska samstarvið. Vit hjálptu hvørjum øðrum í eini krevjandi tíð, og umfarssóttin minti okkum á, hvussu bundin vit eru at hvørjum øðrum og á týdningin av okkara samstarvi. Tá ið vit standa við kríggi í Evropa, sum er íbirt av ágangi frá einum av okkara grannalondum, síggja vit í dag enn týðiligari, hvussu týdningarmikið og virðismikið hetta norðurlendska samanhaldið er. Tað skulu vit verja, men meira enn tað: Nú er tíðin komin at styrkja tað norðurlendska samstarvi.
Tá ið vit skulu gera samstarv okkara enn sterkari skulu vit nýta lærdómin frá okkara royndum frá teimum síðstu tveimum árunum, bæði teimum góðu og teimum minni góðu. Hetta arbeiðið er longu farið í gongd. Og vit vita, at tað hevur breiðan stuðul. Sambært kanning frá summarinum 2021 halda 86 prosent av íbúgvunum í Norðurlondum, at norðurlendska samstarvið er týdningarmikið ella sera týdningarmikið. 60 prosent ynskja meira samstarv, meðan einans eitt prosent ynskir minni samstarv.
Trygd, kreppuhandfaring, umhvørvi og veðurlag eru nøkur av økjunum, har íbúgvarnir í Norðurlondum ynskja meira samstarv. Hetta eru spurningar, ið snúgva seg um okkara trygdarkenslu, nakað sum ikki kemur óvart, tá hugsað verður um u tíðina, og tíðina vit liva í. Borgararnir í Norðurlondum hava gjørt greitt, at tey vænta, at Norðurlond stíga fram meira savnaði og samskipað, tá ið ein kreppa kemur. Hetta eru signal, sum vit norðurlendsku samstarvsráðharrar taka til okkum.
Heimsins mest burðardygga og samrunna øki
Tí er eitt styrkt norðurlendskt kreppusamstarv nú ein megintáttur í orðaskiftum okkara í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Tá ið vit hittust í Halden síðst í juni mánaði samtyktu vit eina yvirlýsing, har vit leggja dent á okkara ábyrgd sum samstarvsráðharrar, millum annað fyri at fremja tað norðurlendska sjónarhornið í okkara stjórnum, tá kreppustøður íkoma. Vit skulu tosa betri saman, áðrenn vit taka a avgerðir í okkara stjórnum, sum viðkoma tí fríu flytingina. Hetta skal tann til eina og hvørja tíð sitandi formansskapurin syrgja fyri. Í ár eigur Noreg ábyrgdina. Næsta ár eigur Ísland tørn.
Vit hava eina sterka felags trúgv á norðurlendska samstarvið og fyrimunirnar viðtí. Vit hava nógv at vinna við djúpgongdum samstarvi. Íbúgvarnir í Norðurlondunum eru tilsamans 30 milliónir í tali, men savnað sæð eru Norðurnlond ellivinti størsti búskapur í heiminum. Í samstarvi innan Norðurlond skapa vit eitt hátøkniligt og nýskapandi øki, ið gongur á odda í alheims umskiftinum á veðurlagsøkinum og skapa fleiri grøn arbeiðspláss.
Saman eru vit sterkari og saman kunnu vit eisini vera betri búgvin til næstu kreppu – og í øllum gerandisdøgunum millum kreppurnar. Vit arbeiða miðvíst fyri at gera visjónina um Norðanlond sum heimsins mest burðardygga og samrunna øki til veruleika. Saman til frama fyri sterkari Norðanlondum.
Undirritað av teimum átta norðurlendsku ráðharrunum:
Flemming Møller Mortensen, Danmark
Thomas Blomquist, Finnland
Guðmundur Ingi Guðbrandsson, Ísland
Anne Beathe Kristiansen Tvinnereim, Noreg
Anna Hallberg, Svøríki
Kaj Leo Holm Johannesen, Føroyar
Vivian Motzfeldt, Grønland
Annette Holmberg-Jansson, Áland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald