Talið av børnum og ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum orsakað av sálarligum trupulleikum, økist. Skúlaaftran er ein vaksandi trupulleiki, og Sernám vísir á, at ein vaksandi bólkur av børnum og ungum megna ikki skúlan vegna sálarligar avbjóðingar, aloftast angist. Heilsukanningin frá 2019 vísti eisini á álvarsom tøl, m.a. at fimta hvør kvinna og tíggindi hvør maður í aldrinum 18-24 ár hevur havt eina sálarsjúku, sum vardi longri enn 6 mánaðir.
Tað er mangt, sum bendir á, at mistrivnaður í longri tíð kann elva til sálarsjúku. Tað er tí av størsta týdningi at skipa tilboð soleiðis, at vit til røttu tíð kunnu hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp, áðrenn avbjóðingarnar vaksa og gerast til álvarsligar sálarsjúkur.
Kanningar vísa, at tað eru fleiri næmingar, sum hava lættari sálarligar trupulleikar, sum ikki eru mál fyri Sernám, barnaverndina ella psykiatriska depilin. Hesi børn falla uttan fyri tær skipanir, sum virka í dag. Og tá hjálp frá lærarum, heilsufrøðingi og førleikastovu heldur ikki altíð røkkur til, so er stórur tørvur á hjálp frá serkunnleika á økinum.
Um gongdin skal vendast, mugu íløgur gerast á økinum, og tað er alneyðugt at arbeiða fyribyrgjandi og at seta inn tíðliga. Tórshavnar kommuna eigur at ganga á odda, m.a við at virka fyri at fáa sálarfrøðingar at starvast í okkara fólkaskúlum.
Samstarv við landsmyndugleikarnar
Ein trý ára royndarverkætlan við sálarfrøðingi á Skúlatrøð í Klaksvík byrjaði í 2021, og higartil hava royndirnar av hesi verkætlan verið positivar. Fleiri røddir hava víst á tørvin at útbyggja og styrkja royndarverkætlanina. Hetta vil tryggja, at fleiri skúlar kunnu gera sær royndir, at skipanin verður roynd í skúlum við ymsum støddum, og at tilboðið verður skipað á ymiskar mátar.
Tórshavnar kommuna eigur tí at fara í samstarv við landsstýrið um at víðka royndarverkætlanina til eisini at umfata skúla/r í Tórshavnar kommunu og um at seta pengar av til endamálið.
Tjóðveldi í Tórshavnar býráði
Gunvør Balle, Jákup Dam og Elsa Berg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald