2022-12-06 17:35
Fyri einum góðum mánaði síðani var tað etiskt og moralskt skeivt at gera fiskiveiðuavtalu við Russland.
Fyri 14 døgum síðani hevði etikkur og moralur ikki so nógv at siga, tí tá tóku Aksel og Javnaðarflokkurin undir við at gera fiskiveiðuavtalu við Russland.
Nú hava Aksel og Javnaðarflokkurin aftur kúvent.
Nú er tað aftur etiskt og moralskt skeivt at gera fiskiveiðuavlatu við Russland.
Tað áhugaverda er, at tað verður ikki etiskt og moralskt skeivt at samstarva við Russland fyrrenn í 2024 - um Russland tá framvegis er í kríggi við Ukraina.
Eg spurdi einaferð ein russiskan fiskimálaráðharra, hvussu tað bar til, at Russland heldur vildi fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, heldur enn at fiska tosk í Barentshavinum.
Svarið var stutt og greitt:
- Svartkjaftur er bíligur og heilsugóður matur til vanliga borgaran í Russlandi!
Aksel og Javnaðarflokkurin hava ikki fingið við, at ST-aðalskrivarin, António Gutierres, staðiliga hevur mælt frá at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, sum fevna um matvøruframleiðslu.
Joe Biden og ES hava heilhjartað tikið undir við hesum tilmæli frá ST-aðalskrivaranum.
Hóast henda veruleika halda Aksel og Javnaðarflokkurin, at tað er etiskt og moralskt rætt, at vanligi russarin - sum frammanundan hevur trong kor - skal svølta, tí "Putin er eitt bartrog."
Aksel og Javnaðarflokkurin vita - ella áttu at vitað! - at tað ikki ber til at fáa onnur rættindi til nýbygdu flakatrolararnar í Barentshavinum.
Noreg hevur verið nevnt sum ein møguleiki. Tey flestu minnast, at vit í fleiri ár undir “makrelstríðnum” onga fiskiveiðuavtalu høvdu við Noreg.
Tá var Russland álitið!
Vit kunnu skjótt enda í somu støðu aftur, tí tað er ikki semja millum strandalondini um býtið av nøkrum av teimum ferðandi fiskastovnunum - svartkjafti, sild og makreli.
Fólkaflokkurin heldur:
- Burðardyggur fiskiskapur í Norðuratlantshavinum hevur als onki við kríggj at gera!
Etikkurin og moralurin hjá Aksel og Javnaðarflokkinum røkkur - eftir øllum at døma - ikki til tey hundraðtals húskini og tær føroysku fyritøkurnar, hvørs tilverugrundarlag er tengt at fiskiveiðuavtaluni við Russland.
Harmiligt, at Aksel og Javnaðarflokkurin fara til val við slíkum dupultmorali!
Allir flokkar vita, allir veljarar vita - og alt Føroya fólk veit hetta:
- Fólkaflokkurin hevur frá byrjan av havt eina greiða støðu til fiskivinnusamstarvið við Russland!
Góðu veljarar!
Farið nú á val - veljið so hvør sær eftir bestu sannføring!
Jacob Vestergaard
valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald