Annað

Rúsevnismisnýtsla millum ung

Mikukvøldið 7. februar kl. 19.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi fyri upplýsandi fyrilestri í Missiónshúsinum í Skálavík, har evni er, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við, tá ið talan er um rúsevnismisnýtslu.

2024-02-03 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag.

Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.

Fyrilesturin er ókeypis og verður í Missiónshúsinum í Skálavík tann 7. februar kl. 19.00.

Kaffi og køkur verður at fáa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder