Annað

Rúsevnamál: Fólk handtikin Úti á Bakka

Eitt løgregluátak fyrr í dag hevur havt við sær, at fólk eru handtikin Úti á Bakka í Havn, sum tað verður sagt av løgreglustøðini.

Savnsmynd

Savnsmynd

2024-08-29 16:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglustøðini verður sagt, at tey hava handtikið fólk Úti á Bakka í sambandi við eitt rúsevnamál, men fáa ikki sagt nakað um talan er um føroyingar ella útlendingar.

Løgreglan fær heldur ikki sagt nakað um hvussu nógv fólk eru handtikin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder