Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum og Sofus Poulsen, ið eigur stykkið á Sondum, har rúnasteinurin er funnin, vórðu í hesum sambandi bodnir á Tjóðsavnið, har Helgi D. Michelsen, leiðari á Fornfrøðideildini á Tjóðsavninum, vísti teimum rúnasteinin og greiddi frá útgrevstrinum á Sondum.
Nakað av rúnasteininum er brotið burturav, og nakrar av rúnunum eru tí eisini kámaðar burtur. Fornfrøðingarnir á Tjóðsavninum halda seg tó kunna týða orðini “hvílir” og “her”, og tað kundi týtt upp á, at talan er um ein gravstein.
Rúnasteinurin varð funnin í gólvinum í einum bygningi, ið fornfrøðingarnir halda vera eitt bønhús úr miðøld. Umframt rúnasteinin eru eisini aðrir fornlutir funnir í útgrevstrinum í summar. Brot av eini lítlari standmynd av Mariu við Jesusbarninum, ein kola og ein fingurbolli eru millum áhugaverdu lutirnar, ið eru funnir á Sondum.
Fornlutirnir frá útgrevstrinum verða sýndir fram seinni, og 3D-skanningin av rúnasteininum verður løgd út á 3D-portalin hjá Tjóðsavninum á www.sketchfab.com/savn. Á 3D-portalinum liggja longu modell av bønhúsinum og rúnasteininum í gólvinum. Tað er Fornfrøðideildin á Tjóðsavninum, sum stendur fyri arbeiðinum at gera 3D-skanningar og modell.
Fornfrøðiligi útgrevsturin á Sondum á Sandi heldur fram í august, og tá kemur eisini ein rúnufrøðingur til Føroya at kanna rúnasteinin nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald